Hvussu hátíðarheldur tú útgávuna?
- Í dag hugsi eg ikki so nógv um tað, eftirsum eg eri í ferð við at spæla sjónbandalagið inn.
Hvussu verður tað?
- Tað kann eg ikki siga so nógv um, men eg kann avdúka, at tað er eitt sindur mystiskt, og at tað verður gjørt á einum slotti.
Er tú nøgd við stakfløguna?
- Ja eg eri øðiliga nøgd, og øll sum eg havi spælt hana fyri halda, at hon er góð.
Nær sleppa vit í Føroyum at hoyra Annu Nygaard live?
- 27. og 28. mai fari eg at hava tvær konsertir. Eina í Runavík og eina í Norðurlandahúsinum. Eg gleði meg sera nógv til tað, eg haldi, at eg skyldi føroyingum hesar konsertirnar.
Hevur tú enn líka tætt samband við tey frá X-factor?
- Jú, vit hava nógv samband. Eg hitti Tinu og Jesper fríggjadagin og Remee leygardagin. Vit hava øll havt nógv at gera síðani X-factor var liðugt