Eftir álmannakkanum er tað meiri enn ein mánaður síðani, at veturin misti annað beinið. Tað hevur verið sagt, at á leypársmessu, sum er 24 februar, hevur veturin mist annað beinið. Sambært Wikipedia er leypársmessa bara leypár, ella skotár, sum tað er í ár. Hini árini eru eingin leypársmessa.
Men kortini hevur tað verið rættiliga hált nógvastaðni um náttina, og um morgnarnar, bæði í gjáramorgunin, og í morgun. Og tað er aftur vandi fyri hálku í nátt, tí sambært DMI, verður tað niður í fýra kuldastig summastaðni í nátt – men so verður tað so smátt lýggjari aftur.
Løgreglan sigur, at hetta hevur elvt til eitt sindur av trupulleikum í ferðsluni. Løgreglan sigur, at í gjáramorgunin fór ein bilur á glið í hálkuni og hann gleið í bilaverjuna, so at bæði bilaverja og bilur fingu skaða, men fólkaskaði var eingin. Tað hevur eisini elvt til langa røðir av bili, tí ferðslan gekk so seint. Eitt dømi um tað er brekkan frá Norðskála niðan ímóti tunlinum, har bilarøðin var long.










