Halgir Winther Poulsen 65 ár

Mánadagin, 29. september, á mikkjalsmessu, fylti Halgir W. Poulsen advokatur í Havn 65 ár. Halgir er skopuningur, sonur Kristionnu, f. Mikkelsen, av Tvøroyri og Niels Winther Poulsen, úr Skopun.
Hann tók sína advokatútbúgving í Keypmannahavn og arbeiddi í nøkur ár sum advokatfulltrúi á advokatskrivstovu hjá Mogens Glistrup, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroya.
Síðan seinnu helvt av 60-unum hevur Halgir arbeitt sum advokatur í Havn. Hann er ein kendur og avhildin advokatur, sum dugir sera væl at argumentera fyri sínun sjónarmiðum og tosar um løgfrøði, soleiðis at vanlig fólk skilja tað. Hann fylgir væl við í tí sum fyriferst, bæði úti og heimi.
Hann hevur luttikið í nógvum nevndararbeiðum, sum hava havt stóran samfelagsligan týdning, sum t.d. um yvirtøku av undirgrundini, marknaðarsamráðingum millum Føroyar og Bretland, og var hann við í oljuráðleggingarnevndini.
Hann var við í nevndini sum skrivaði hvítubók. Eisini var hann formaður í nevndini, sum fyrireikaði yvirtøkuna av skipasýninum.
Eitt tíðarskeið í seinnu helvt av 90-unum las hann altjóðarætt í London.
Hann hevur verið virkin innan Amnesty International-Føroya Deild, har hann hevur verið nevndalimur og formaður. Hann var í nógv ár formaður í nevndini í Føroya Sparikassa.
Saman við ørðrum eigur og rekur Halgir advokatskrivstovuna í Fr. Petersensgøtu í Havn.
Hann er giftur við Ásu Ellefsen, ættað úr Miðvági, dóttir Sofíu, f. Højgaard, og Joen Elias Ellefsen í Miðvági. Ása og Halgir eiga børnini: Elin, Niels, Jógvan Elias og Kristionnu.