Halgir W. Poulsen umboð fyri Chevron

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, sum hevur fingið tillutað leitiloyvi á føroyska landgrunninum, Chevron, hevur sett Halgir Winther Poulsen, sakførara at umboða felagið í Føroyum. Chevron fekk tillutað leitiloyvi í 12. útbjóðing og skal sambart føroyskum reglum kjósa sær eitt umboð í Føroyum. Tað hevur so eisini verið vanligt, at fyristøðufelag eisini letur upp skrivstovu í Føroyum.

Oljuumboð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo




Petur Joensen, løgfrøðingur í Oljufyrisitingini sigur, at Chevron hevur ikki ynskt at lata upp egna skrivstovu í fyrstu atløgu. Adressan hjá Chevron er tí fyribils Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn.

Eysturríksa oljufelagið OMV, sum var við í 2. útbjóðing og fekk tillutað loyvi saman við Chevron og øðrum feløgum, skal eisini velja sær umboð í Føroyum, tó at felagið sum ikki er fyrsitøðufelag ikki nýtist at hava skrivstovu her. Petur Joensen frá Oljufyristingii sigur, at teir hava givið felagnum eitt sindur longri skotbráð enn reglurnar siga at fáa hetta í rætt lag.

Tað hevur verið rættiliga ymiskt, hvussu feløgini,sum hava fingið leitiloyvi og serstakliga hava fingið lutin sum fyristøðufeløg, hava viljað livað upp til føroyska luttøku í oljutilgongdini. Feløg sum Amerada Hess og Statoil og BP, sum fingu leitiloyvi í 2000 og sum bundu seg til at bora brunnar, fingu sær egin umboð og skrivstovur í Føroyum. ENI, sum eisini hevði leitiloyvi valdi at lata upp skrivstovu men ikki at seta umboðmann burturav at standa fyri skrivstovuni. Í staðin var Ingi Højgaard sakførari settur at taka sær av teirra málum. Og tað ger hann framvegis.

Hyggja vit eftir hinum feløgunum, sum eru virkin í leitingini við Føroyar, so eru hetta umboðini hjá feløgunum: Ben Arabo er stjóri hjá Amerada Hess, Niels Winther Poulsen umboðar BG, Rúni Hansen er stjóri hjá Statoil, Tórmóður Djurhuus var umboð hjá Enterprise, sum tó varð keypt upp av Shell í fjør, Christian Ándreassen er umboð fyri Petro Canada, Hjarnar Djurhuus er stjóri hjá BP, Hákun Djurhuus umboðar Shell, Johan Mortensen Anadarko, Høgni Mohr Geysir og nú Halgir W. Poulsen Chevron.

Petur Joensen sigur, at tað einasta, sum krevst sambart loyvinum, er, at felagið skal hava umboð í Føroyum. Men tá tað kemur hartil at fara undir at bora og hetta setir krøv til m.a. trygdina, tá er tað eisini eitt krav føroyskari siðu, at eitt fyristøðufelag veruliga hevur fótin fastan í Føroyum. Tað merkir oftast, at skrivstova verður latin upp.

Chevron er í tí støðu, at hóast tað er fyristøðufelag, so hevur tað ikki bundið seg til at bora nakran brunn enn, tí tíansheldur at lata uppskrivostvu í Føroyum í løtuni. Hvat hendir seinni er so ein annar spurningur.

Londini rundan um okkum hava ymsar reglar og krøv í so máta. Danmark hevur krøv til fyristøðufeløg men ikki til onnur oljufelag, ið eru virkin har. Noreg hevur nógv strangari reglur. Har skulu øll feløg, sum arbeiða í norskum øki, hava skrivstovu og eitt minstatal av fólki. Hetta eisini fyri at tvinga feløgini til at hava norskt innihald eisini.