Halgir ivast

Halgir Dahl Olesen hevur nógvu tey seinnu árini verið ein av týdningarmestu brikkunum á H71-liðnum.
Støðugt hevur talan tó verið um trupulleikar við knænum, sum til tíðir hava elvt til heilt stóra pínu. Og nú tykist tað vera spurningur, hvørt hetta fer at steðga honum heilt.
Sunnudagin var hann ikki partur av liðnum hjá StÍF. Skaðin, sum hann øll árini hevur havt í knænum, ber nú steðg við sær, og komandi vikurnar fara at vísa, hvørt hann verður førur fyri at spæla aftur ella ikki.
Men kenna vit Halgir rætt, so skal í øllum førum standa heilt illa til, um hann velur at sleppa hondbóltinum. Ikki minst nú hondbóltsárið hjá H71 tykist gerast tað mest spennandi í fleiri ár.