Í annað kvøld skuldu Showmenn eftir ætlan spæla seinasta dansikvøldið í REX, men av tí at halgidagslógin ikki loyvir dansi náttina til Hvítusunnudag, verður endabresturin fluttur til 2. Hvítusunnukvøld.
Byin.fo hevur í vikuni lýst við dansikvøldinum leygarkvøldið. Rúni Djurhuus frá byin.fo, sigur við planet.fo, at hetta var ein misskiljing. Lógin loyvir, at tey hava opið, men tað má ikki verða dansur, og hetta vóru teir ikki greiðir yvir.
Í samráð við Showmenn varð dansurin í annaðkvøld broyttur til eina akkustiska konsert. Men Showmenn eru ein dansibólkur, og tí var mett, at teirra endabrestur í REX átti at verða ein dansur, og tí varð gjørt av, at Showmenn spæla aftur mánakvøldið, 2. Hvítusunnukvøld og tá verður talan um dans.
So hóast Showmenn skjótt fara í søguna.so tykist tað ikki, sum teir eru troyttir av tónleikalívinum. Í kvøld, fríggjakvøldið fara teir nevniliga eisini á pall at spæla til dans.