Halgatrý omma er góð við tykkum

Hóast veðrið ikki var til vildar, so komu heilt nógv børn at síggja Trølla-ommuna, tá hon vitjaði á Shellstøðini í Klaksvík leygardagin

Klaksvík:
Heilt nógv fólk vórðu savnað við Shell-støðina leygardagin í sambandi við, at sølubúðin er liðugt umbygd. Niclas Heri Jákupsson hevur ikki talið, men hann sigur, at tað vitjaðu ómetaliga nógv fólk allan dagin. Men um fimmtíðina vóru heilt nógv, tí tá skuldi Trølla-omman koma á vitjan.
Fyrr um dagin høvdu Shell og Mjølnir skrivað undir sáttmála, og klokkan 17 skuldi Trølla-omman koma á vitjan.
Tað regnaði, men tað lat ikki til at gera tað minsta. Børn og vaksin gingu inn og út úr sølubúðini, har sodavatn og køkur vóru at fáa. Hetta stytti um bíðitíðina til omman kom. Brádliga hoyrdist floyt frá einum oljubili. Í einum av stóru bilunum hjá Shell kom Trølla-omman koyrandi . Hon veittraði út gjøgnum bilrútin og bað børnini bíða, meðan bilførarin fór at venda bilinum.
Børnini so gjørdu, men kortini runnu tey ímóti bilinum, tá hann kom inn á økið rundan um støðina.
Omman leyp løtt á tá úr bilinum, og fleiri av børnunum fingu ein koss.
? Og halgatrý omma er góð við tykkum, segði hon, meðan hon tók tvørtur um fleiri børn. So byrjaði hon at býta góðgæti út til teirra.
? Ger so væl, og ger so væl. Hygg her, omma hevur sjálv bakað, segði Trølla-omman, meðan hon býtti Twix út til børnini.
Nógvar smáar barnahendur rættu seg fram ímóti henni. Nakrar ferðir royndi hon at sleppa eitt sindur nærri sjálvari sølubúðini í Shell, men tað eydnaðist ikki, tí har vóru so nógv børn, og øll vildu hava okkurt leskiligt frá Trølla-ommuni.
? Nå, nú er posin tómur. Er tað nakar, sum vil eiga hann, rópti omman einaferð. Nógv børn stóðu sum kánus, men flennandi tók omman ein annan posa og helt fram at býta út.
Tað var nakað strævið fyri ommuna at vera einsamøll um uppgávuna at býta út, men Trølla-Pætur var sum skilst upptikin onkra aðrastaðni, so hann fekk ikki verið við.
Men alt eydnaðist kortini væl hjá ommuni hendan dagin, og øll børnini fingu hana at síggja og okkurt søtt.