Haley fer at stríðast víðari hóast tap í heimstati

Ein meiriluti av amerikanarum eru ímóti bæði Trump og Biden, sigur Nikki Haley, sum fer at stríðast víðari

 

Nikki Haley megnaði ikki at vinna á fyrrverandi forsetanum Donald Trump í heimstati sínum, South Carolina. - Foto: Chris Carlson/Ritzau Scanpix

Sjálvt um Nikki Haley í gjár leið eitt lemjandi tap til fyrrverandi forsetan Donald Trump í sínum egna heimstati South Carolina, er fyrrverandi ST sendikvinnan avgjørd um at stríðast víðari fyri at gerast forsetavalevni hjá Republikanarunum.

Tað sigur hon sambært fronsku tíðindastovuni AFP í nátt okkara tíð.

– Eg segði fyrr í vikuni, at eg enn stilli upp, líka mikið hvat sker í South Carolina.

– Eg erini kvinna, sum haldi tað, eg sigi. Eg gevi ikki upp í hesum stríðnum, tá ein meiriluti er í móti bæði Donald Trump og Joe Biden, sigur hon.

Tey taldu framvegis atkvøðurnar klokkan 02.20 okkara tíð í South Carolina, meðan Trump var so greitt á odda, at Nikki Haley longu hevði viðurkent tapið.

Donald Trump er favorittur at gerast republikanskt forsetavalevni, og Nikki Haley er einasti avbjóðari, eftir at fleiri er fallin frá.

Bert fá spáa henni ein veruligan møguleika til at gerast forsetavalevni fyri flokk sín.

Donald Trump sigur á veljarafundi, at hann »ongantíð hevur sæð Republikanska flokkin so savnaðan, sum nú«.

– Tað hevur onkgantíð verið slíkur íblástur, sum tað er nú, sigur hann.

– Hetta hendi eitt sindur skjótari, enn vit høvdu roknað við, og tað var ein enn størri sigur, enn vit høvdu roknað við, sigur Donald Trump.

Forsetaval verður í USA í november.

Hvør av teimum báðum stóru flokkunum, Demokratunum og Republikanarunum, kann stilla upp eitt valevni.

Meðan Trump tykist vera besta boðið upp á eitt republikanskt valevni, eru Joe Biden hjá Demokratunum so gott sum valdur fyri sín flokk frammanundan, tí hann er sitandi forsetin í USA og longu hevur vunnið á Donald Trump einaferð – á valinum í 2020.

/ritzau/

 

 

 

Nikki Haley megnaði ikki at vinna á fyrrverandi forsetanum Donald Trump í heimstati sínum, South Carolina. - Foto: Chris Carlson/Ritzau Scanpix