Fyrsta kappingin í hesum árinum verður í Klaksvík og talan er um Haldor Holm Cup. Tá møtast fimm av landsins frægastu spælarum. Kappingin er samtíðis upphiting til komandi FM kapping fyri lið og einstaklingar. Teir fimm, sum eru við í Haldor Holm kappingini í ár, eru: Kristian Sune Høgnesen, Hallur Joensen, Sonhard Johannesen, Niels Nielsen og Jan Müller.
Kappingin um Haldor Holm steypið varð fyrstu ferð spæld í 1989. Síðani tá hava hesir vunnu kappingina: Henrik Petersen 7 ferðir, Kristian Suni Høgnesen 4 ferðir, Jan Müller 2 ferðir og Eirikur Nielsen, Ólavur Kjølbro og Bjarni Skaalum eina ferð hvør.










