Árliga Haldor Holm Cup kappingin verður leikt nú um vikuskift í Klaksvík. Við vera 6 teir bestu leikarnir frá kappingarárinum í fjør: Henrik B. Pedersen, Kristian Suni Høgnesen, Bjarni Skaalum, Ólavur Kjølbro, Sonhard Johannesen og Max Rasmussen.
Lagt er upp til sera stóran spenning, tí ongi avboð eru í ár. Í fjør gjørdu klaksvíkingarnir Kristian Suni, Ólavur og Sonhard bart við at fara avstað við øllum heiðursmerkjaplássunum í nevndu røð, men hetta verður neyvan úrslitið í ár. Henrik, sum í 90?unum vann kappingina ikki færri enn 6 ár á rað er nú við aftur fyri fyrstu ferð í 5 ár. Lítið man eisini vera at ivast í, at hann ætlar sær at vinna sær enn eitt pláss á stóra og snotuliga Haldor Holm steypinum. Bjarni Skaalum, sum í vár var sera nær við at koppa Henrik í semifinaluni og Max, sum í 2001 var føroyameistari, kunnu eisini saktans við einum sindri av hepni vinna kappingina. Luftin er tó ikki farin úr dynamisku trio?ini úr Klaksvíkar Billardfelag, sum trý ár á rað hevur vunnið FM í liðkappingini.
Um zmetast skal um nakran favoritt, so man føroyameistarin fyri einstak-lingar Henrik B. Pedersen nevnast saman við 2?aranum frá í vár, Kristian Suna Høgnesen.
Haldor Holm Cup varð fyrstu ferð leikt í 1989. Í ár, sum øll undanfarin ár, verður kappingin leikt í hølunum hjá Klaksvíkar Klubba.