Tofta Ítróttarfelag, stuðlað av Nes kommunu, skipar fyri nýggjárshaldi við Toftagjógv gamlaárskvøld, og byrjað verður klokkan 23. Tað verður Haldor Gaardbo, sum fer at halda nýggjársrøðuna.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður upplýst, at klokkan 23 verða øll boðin til heitt kakao og bollar, og klokkan 23.30 fer Haldor á pallin.
Eftir kakao, bollar og nýggjársrøðu, verður felagssangur og kvæði.
- Bál verður tendrað, og síðan fara øll at skjóta nýggja árið inn, sum tikið verður til á heimasíðuni.
Vøkru vetrarmyndina, sum vit hava knýtt at hesum greinastubba, hevur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, tikið.