Seinasti keypmaðurin í Havn. Soleiðis munnu tey flestu minnast Haldor Christiansen, sum andaðist 15. august í ár, 89 ára gamal.
Tað var upprunaliga mamma hansara, Katrina Christiansen, sum átti og rak handilin »Katrina Christiansen«.
Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/katrina-christiansen-fingid-nyggjan-eigara/Katrina Christiansen fingið nýggjan eigara
Katrina Christiansen arbeiddi hjá Zachariasi Heinesen, sum átti húsini og sum hevði handil har til 1927, tá hann flutti sítt handilsvirksemi oman í Vágsbotn – í reyðu bygningarnar, har ið Miðlahúsið og handilin hjá Andreasi í Vágsbotni nú eru. Verfaðir hansara, Andreas Restorff, hevði havt handil har, men handilsvirkið hjá honum fór á húsagang.
Tá Heinesen flutti, læt hann Katrinu Christiansen leiga handilsølini í Bartskerstovu, og hon stovnaði tá sín egna handil, »Katrina Christiasen«.
Tá hon doyði í 1950, kom sonurin Haldor heim at taka yvir handilin. Hann læs tá verkfrøði í Keypmannahavn, men slepti lestrinum fyri at røkja handilin. Haldor hevur so í nýggjari tíð keypt húsini frá arvingum hjá Zachariasi Heinesen.
Haldor Christiansen gjørdist ímyndin av handilsvirkinum Katrina Christiansen. Hann stóð fyri handlinum í næstan 60 ár, og hann hevði nógv fólk í starvi. Men seinastu nógvu árini røkti hann handilin so at siga einsamallur.
– Eg tími ikki at gevast. Eg eigi alt, sum er inni her, og so leingi, sum eg orki, so ætli eg mær at hava handilin opnan, plagdi Haldor at siga.
Fólk í Havn, og serliga í gomlu Havnini, vóru góð við Haldor. Har fekst altíð eitt gott prát – eisini meðan Haldor í høvdinum roknaði út, hvussu nógv vørurnar kostaðu – og eingin dugdi so væl at fylla í posan, sum hann. Tað var sum fótur í hosu, tá hann so snøgt fekk allar vørurnar at liggja pent í posanum.
Handilshúsini Katrina Christiansen, Bartskersstova, er barnaheimið hjá Williami Heinensen, rithøvundi og listarmanni. William var sonur Zacharias Heinesen, og William er føddur á aðru hædd í Bartskersstovu tann 15. januar í 1900.