Haldis vald í býráðið í Helsingør

Havnarkvinnan Haldis Glerfoss kundi í gjár fegnast, tá úrslitið av teimum persónligu atkvøðunum í kommunuvalinum í Helsingør bleiv kunngjørt. Við 244 persónligum atkvøðum bleiv Haldis Glerfoss vald inn í býráðið sum annar av tveimum limum hjá Eindarlistanum.


Haldis Glerfoss bjóðaði seg eisini fram á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan, men gjørdist tá nummar trý á listanum hjá Eindarlistanum, ið eisini tá fekk tvey umboð vald. Haldis Glerfoss tók kortini fast sæti í býráðnum, tá floksfelagin Annie Hagel segði sessin frá sær í endanum av 2013, tí arbeiðsbyrðan gjørdist ov stór.


Tað er longu greitt, at Haldis Glerfoss má taka til takkar við at sita í andstøðu næstu fýra árini, hóast vinstraflokkarnir vunnu meirilutan á valinum. Danski Javnaðarflokkurin og Radikala Vinstra hava nevniliga skipað samgongu við Danska Fólkaflokkin, Konservativa flokkin og Vinstra.


Umframt Haldis Glerfoss, so blivu tríggir aðrir føroyingar valdir á kommunuvalinum í gjár. Tey eru Annika Smith, ið stillaði upp fyri SF í Keypmannahavn, Anja Helen Holtze, ið bleiv vald fyri Javnaðarflokkin í Ballerup, og Mortan Martinsson, ið bleiv valdur fyri Danska Fólkaflokkin í Greve.