Í farnu viku skjeyt ein býráðslimur í Havn, Halla Samuelsen, upp at byggja eina høll til squash, hóast hetta er ein ítróttargrein, sum slett ikki er til í Føroyum í dag.
Hinvegin eru hópin av øðrum ítróttargreinum, ið skríggja eftir betri umstøðum ella bara umstøðum yvirhøvur, og tað hevur fingið Hall Holm, formann í sersambandinum fyri Frælsan ítrótt í Føroyum, at gera vart við seg.
- Tað er ómetaliga grunt av einum valdum politikkara, at síggja burtur frá teimum lyftum, sum longu eru givin, fyri at byggja eina høll til stuttleikar, til ein ítrótt, sum eingin í Føroyum íðkar, sigur hann.
Hann vísir millum annað á, at borðtennis og judo í Havn eru um at detta niðurfyri, tí pengarnir, Tórshavnar kommuna setti av til at geva teimum hølisumstøður, blivu fluttir til fótbóltsvøllin, sum nú verður gjørdur í Hoyvík.
Eisini nevnir Hallur Holm, at tveir av nýggju skúlunum hava stórar fimleikahallir, sum tó eru ov smáar til at kunna brúkast sum ítróttarhallir, og tí undrast hann á, hvørjum veruleika politikarar - og serliga býráðspolitikarar í Havn - liva í. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hallur Holm á Rás 2 í dag.