Havnar Arbeiðsmannafelag kemur nú Tórshavnar kommunu til hjálpar. Í yvirlýsing heitir felagið á kommununa um at halda fast um ætlaðu menningina og útbyggingina av Tórshavnar havn.
– Meginparturin av okkara limum starvast hjá fyritøkum á økinum hjá Tórshavnar havn, og stór arbeiðsskapandi tiltøk eru undir búning, sigur Havnar Arbeiðsmannafelag í yvirlýsingini.
Felagið vil minna bæði myndugleikar og havnarfólk á, at umleið 700 familjur vinna sítt dagliga breyð á økinum hjá Tórshavnar havn.
– Økið er vorðið ov trongt, og Tórshavnar havn kemur sum frálíðir ikki at megna at veita allar tær tænastur, sum vinnan hevur tørv á. Tí eru framtíðar arbeiðspláss okkara í stórum vanda, um ikki menningin heldur fram, heldur Havnar Arbeiðsmannafelag.
Felagið vísir át, at ágangur ofta er á arbeiðspláss í Havn.
– Tí er av alstórum týdningi, at Tórshavnar býráð stuðlar Tórshavnar havn at fremja neyðugu útbyggingarnar, so vit harvið tryggja okkara arbeiðspláss og tí neyðugu og nátúrligu menning, tørvur er á, sigur felagið hjá arbeiðsmonnum í yvirlýsingini, sum formaður felagsins, Hans Joensen, hevur skrivað undir.