Hvat ólukkan hava teir grivið fram aftur, mundi onkur helst hugsa.
Tað hava teir nú ikki. Tí talan er heilt einfalt um triðja ættarlið av B36-leikarum við sama navni. Hetta yngsta skotið á stammuni er 17 ára gamal, og fekk sín landskappingardebut í dystinum móti B71.
- Jú, eg haldi tað gekk bara væl. Tað var deiligt at sleppa at spæla fyrsta landskappingardystin, segði Oddmar Færø, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
Hann og restin av familjuni hava annars búð í Aberdeen í Skotlandi í 14 ár, so hann hevur bert verið trý ára gamal, tá hann flutti úr Føroyum. Oddmar hevur sjálvandi leikt fótbólt í Skotlandi, við einum lokalum felag, sum nevnist Keith FC. Hann hevur leikt í yngru deildunum, men hevði fingið sáttmála við felagið um at leika við bestu liðnum, og var fyribils komin á eykaliðið, nú tey fluttu heim til Føroya fyri tveimum mánaðum síðani.
Hann var ikki í iva, tá vit fregnaðust um tað var trupult at velja felag.
- Nei, har var eingin ivi. Tað var B36, um teir altso vildu geva mær møguleikan, segði Oddmar Færø..
Møguleikan hevur Oddmar nú eisini fingið, so fyribils gleðir hann seg bara til at sleppa at spæla við barndómsfelagnum hjá pápanum og abbanum.