Tað man mangan vera lítið hugaligt at vera samkyndur í Føroyum. Fordómarnir millum fólk eru nógvir, og fordømingin frá nøkrum av okkara mest ómentaðu politikarum nívir uttan iva eisini.
At tey, sum fordøma mest, ofta gera tað í kristindómsins navni, ger sjálvandi støðuna enn verri hjá samkyndum, sum eru kristin sjálv.
So støðan er ikki góð. Tað er greitt.
Spurningurin er bara, hvat best er at gera við tað. Og tað er ikki so greitt.
Offurrollan
Tann, sum er fyri órætti, kann lættliga fara at kenna seg sum eitt offur. Og tá heilt illa vil til, kann tað vera eitt offur gerast sjálvur samleikin hjá viðkomandi. Í staðin fyri at royna at broyta støðuna, verður orkan løgd í at menna og røkja henda nýggja samleikan. Samleikan sum offur.
Tann, sum velir hesa leiðina, broytir einki. At offrini dyrka sína offurrollu gagnar bara teimum, sum fremja órættin.
Og so sjálvandi teimum “politiskt korrektu”, sum altíð eru til reiðar at gera seg til talsfólk fyri offrini, fyri á tann hátt at kenna seg góð og rættvís sjálv.
Loysingaroffrini
Tað eru óteljandi dømi um hetta, men í Føroyum kenna vit tað ikki minst frá tí politiska loysingarvonginum. Upp gjøgnum árini hava verið ikki so fáir loysingarmenn, sum hava lagt størri orku í at gremja seg um at danir framdu órætt í 1946, enn at líta frameftir. Teir dyrkaðu sín leiklut sum offur – enntá fleiri áratíggju eftir, at fólkaatkvøðan í 1946 varð hildin.
Henda gremjanin flutti ikki Føroyar eina sponn nærri loysingini. Tí tey, sum taka synd í sær sjálvum, koma sjáldan úr stað. Tey skapa einki uttan eina sterka samkenslu við sær sjálvum.
Kvalandi grenj
Samkynd í Føroyum hava farnu árini gjørt fleiri fín átøk. Átøk, sum hava angað av gleði og stoltleika – og sum tí eisini hava flutt mørkini rætta vegin.
Men farnu vikurnar er leiðslan í Friðarboganum dottin so beint í júst ta veitina, sum hon ikki má detta í: Tey hava grenjað og gramt seg um, hvussu ræðuliga synd tað er í teimum!
Nógv fólk eru um at kvalast av hesum. Og harvið gevur Friðarboðin øllum samkyndum føroyingum ein samleika, sum er drepandi: Tey samkyndu eru tey, sum tað er synd í! Tey, sum grenja og gráta! Neyðardýrini! Tey forfjónaðu og forfylgdu! Offrini!
Og tey politiskt korrektu hava sjálvandi hjálpt til at skapa hesa myndina av, at samkynd eru pínslaváttar. Ja, upprunin til allan jammurin er ofta als ikki samkynd fólk, men journalistar, sum vilja kenna seg sum stríðsfólk fyri rættvísi.
Stundum hevur ein fingið ta fatan, at samkynd bara hava verið statistar – ella offur! – hjá hesum journalistum...
Tape fyri munnin...
Tað ringasta av øllum var, tá samkynd í síðstu viku, við tape fyri munnin, mótmæltu uttan fyri tinghúsið. Boðskapurin var, at tað var so synd í teimum, tí tey verða tagd burtur.
Ja! Tagd burtur!
Eisini málið um skrásett parlag verður tagt burtur søgdu tey.
Yes! Tagt burtur!
Hóast samkynd eru nógv mest umrøddi bólkur í landinum! Hóast skrásett parlag er okkara mest umrødda politiska mál!
Kortini stóðu tey har. Við klistri fyri munnin. Tí tey og teirra viðurskifti verða tagd burtur! Tað var so patetiskt, at ein fekk næstan ilt.
Men so langt út kann ein also koma, tá offurrollan verður dyrkað.
Tað bleiv eisini sagt, at allir limir í nýggju samgonguni skulu hava skrivað undir eina avtalu um, at skrásett parlag ikki skal takast upp á tungu í fýra ár. Hóast eingin hevur sæð hesa avtalu...
Gagnaði bert mótpartinum
Friðarboðin, sum áður hevur savnað hundraðtals fólk til positiv tiltøk, savnaði bara nøkur fá tandur til hesa dyrkanina av leiklutinum sum offur í føroyska samfelagnum.
Men riddararnir á teimum hvítu hestunum – journalistarnir – vóru sjálvandi upp á pláss! Mótmælistiltakið fekk velduga umrøðu – bæði áðrenn og aftaná.
Spurningurin er so: Hvørjum gagnaði tiltakið?
Well, tað gagnaði sjálvandi teimum samkyndu, sum eru farin at dyrka sína offurrollu. At so fá møttu upp, gjørdi sjálvandi tiltakið enn meiri væleydnað í so máta. Hygg, kunnu tey nú siga: Hini tíma ikki ein gang at møta upp, tá vit mótmæla!
Tað gagnaði eisini journalistunum, ið kundu dyrka sín heroiska leiklut sum verji teirra veiku.
Men fyrst og fremst gagnaði tað teimum, sum ikki vilja, at samkynd skulu verða partur av okkara samfelag. Tí eru fordómarnir móti samkyndum sterkir í Føroyum, so verða teir enn sterkari av einum so býttisligum tiltaki.
Og at stíga fram sum samkyndur í Føroyum verður sjálvandi enn truplari, tá felagið hjá samkyndum sjálvt manar fram ta mynd, at samkynd er offur, sum øll onnur skulu taka synd í.
Størstu fíggindarnir
So góðu tit: Haldið nú kjaft við hesum grenjinum!
Latið verið við at dyrka hesa offurrolluna! Hon gagnar tykkum ikki! Hon ger bara støðuna hjá samkyndum truplari, enn hon er.
Og ansið eftir hesum frelstu journalistunum, sum vilja hava tykkum at vera neyðarslig offur, so teir kunnu spæla mannarættindastríðsmenn við at tosa um tykkum. Tit hava nógvar fíggindar – men hesir journalistar eru kanska teir ringastu.
Fjølbroytni er gott fyri okkum. Men tað krevur dirvi at vera øðrvísi í einum lítlum samfelag. Verið stolt av, at tit hava hetta dirvi! Og vísið stoltleikan! Verið fyrimyndir hjá teimum helst mongu samkyndu føroyingum, sum ræðast sín egna samleika. Og ansið eftir, at teir ikki fara at ræðast hann enn meira.
Vísið, at tit ikki lata tykkum kúga av fordómum og fordømingum. Bara soleiðis kunnu tit vinna á teimum.
Handa dagin á tinghúsvøllinum ikki bara lótu tit tykkum kúga – tit kúgaðu tykkum sjálv.









