Haldi meg til fakta og ikki søgur

Bjørn Kalsø hevur sínar tankar um alt, sum fram er farið í sambandi við bjargingarroyndina av russiska trolaranum Olshanu. - Nú so nógv kunning hevur verið um hendingina, havi eg merkt mær, at mótsagnir eru í ymiskum av tí, ið sagt hevur verið

Olshana

 

Í dag klokkan 13 byrjaði fundur á MRCC Tórshavn við Tinghúsvegin, har mett verður um bjargingina og handfaringina av málinum, tá russiski trolarin Olshana fór á land og fórst við Flesjarnar seinasta fríggjamorgun. Á fundinum skuldu allir partar vera umboðaðir, sum vóru við í átakinum.

Longu mánadagin hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, fund við tey, sum standa aftanfyri tilbúgvingina, har hesi høvdu høvi at greiða landsstýrismanninum frá teimum avgerðum, sum tiknar vórðu, og hvat lá til grunds fyri tiknu avgerðunum.

 

Skjót kunning

- Tað var eg, sum bað um hendan fundin, sum soleiðis var stutt eftir átakið. Ein eftirmeting er partur av slíkum arbeiði, og eg havi eisini roynt at fingið partarnar at hava eftirmetingina so skjótt sum til ber. Hendan verður so í dag.

Bjørn Kalsø vísir á, at hann eisini hevur fylgt væl við tí, sum sagt hevur verið úr sjórættinum í gjár.

- Landsstýrismaðurin er ikki við á eftirmetingarfundinum í dag, tí ætlanin við hesum fundi er, at allir partar frítt skulu kunna siga sína hugsan um átakið. Landsstýrismaðurin er heldur ikki áhoyrari í sjórættinum.

 

Biður um innlit

Bjørn Kalsø sigur, at hann sum landsstýrismaður við ábyrgd fyri økinum kann biðja um innlit í tilfarið frá eftirmetingarfundinum, og tað fer hann sjálvandi at gera.

- Væntandi verður eisini ein frágreiðing skrivað frá eftirmetingarfundinum, og hesa fer landsstýrismaðurin eisini at biðja um innlit í.

Bjørn væntar tó ikki, at almenningurin fær innlit í hesa frágreiðing, tí tey, sum við eru, skulu vera vard, soleiðis at tey kunnu tosa opið um alt, ið fram er farið.

Eftir fundin, sum landsstýrismaðurin hevði við partarnar, sum stóðu aftanfyri bjargingina av Olshanu, segði hann seg framvegis hava álit á sjóbjargingini.

- Eg haldi, at vit eiga at hava álit á hesum stovnum, men kemur landsstýrismaðurin til, at viðurskifti kundu verið øðrvísi, verður tann spurningurin tikin upp, og støða verður tikin til, hvat skal gerast.

 

Ymiskar mótsagnir

Sjálvur sigur Bjørn Kalsø seg hava sínar tankar um alt, sum fram er farið, og nú so nógv kunning hevur verið um hendingina og bjargingarroyndina, hevur hann merkt sær, at mótsagnir eru í ymiskum av tí, ið sagt hevur verið.

- Tað, sum eg við ábyrgd fyri hesum partinum av tilbúgvingini, haldi meg til, er fakta – og ikki søgur, sigur landsstýrismaðurin.