Bergtóra Høgnadóttir Joensen
------------
Tvær kunngerðir eru júst nú til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14. januar og gildiskoman 1. februar! Innihaldið er aftur ein útreiðsla hjá pensjonistunum. Á hesum sinni snýr tað seg um, at pensjonistar sum hava heimahjálp fyri neyðini skulu rinda lutvís fyri heimahjálpina. Tað fer at merkjast hjá øllum pesjonistum, sum fáa samhaldsafasta ella annars hava inntøku umframt pensjónina.
Broytingar seinastu vikurnar
Greinin verður drúgv, um allir sosialpolitisku skeivleikarnir sum framdir eru á m.a.eldraøkinum undir sitandi ABCsamgongu skulu nevnast. Vil tó stutt nevna teir, sum eru framdir seinastu vikurnar:
1. Samgongan samtykti at hækka egingjaldið hjá búfólkum á stovni – úr 10 upp í 30 % av inntøku út yvir pensjónina. Endamálið segðist vera at minka almennu útreiðslurnar til eldraøkið. Má nevna, at andstøðan mælti til í staðin at tryggja øllum pensjónistum á sambýlum, bústovnum, ellis- og røktarheimum pensjón – eins og Landsfelag Pensjonista og Nærverkið mæltu til. Á tann hátt kundu øll rindað fyri uppihald sítt og tað hevði verið munandi meiri virðiligt enn í dag, tá mong bert fáa lummapening, men onga pensjón. At øll fingu pensjón og rindaðu fyri uppihald sítt hevði verið meiri virðiligt.
2. Eisini samtykti samgongan, at sjúk millum 67 og 70 ár nú hava mist rættin til sjúkradagpening, um tey fáa pensjón. Her atkvøddi andstøðan sjálvsagt eisini ímóti. Vit halda ikki, at takast skal frá sjúkum fólki. Vit hvørki skilja ella taka undir við førda sosialpolitikkinum
3. Harumframt bleiv sláimaskinan nýtt at minka útreiðslurnar á almannaøkinum við 0,75% á fíggjarlógini.
Tjóðveldi tekur frástøðu
Nú eru so hesar báðar kunngerðirnar til hoyringar. Tjóðveldi tekur ikki undir við kunngerðunum – og tað undrar okkum stórliga, at samgongan áhaldandi kemur við broytingum á eldraøkinum, samstundis sum allir flokkar royna at koma ásamt um eina nýggja pensjónsskipan. Hóast vit ikki eru komin á mál við samráðingunum við partarnar á arbeiðsmarknaðinum er greitt, at ein partur av uppskotinum snýr seg um at minka grundarupphæddina og ístaðin hækka viðbótina. Tí er sera óheppið, at samgongan støðugt nartlar av og niðurgerð tey eldru, heldur enn at nýta orkuna til fyrst at semjast um eina pesnjónsnýskipan.
Ørkymlandi hjá verandi og komandi pensjónistum
Skilji væl, at verandi og komandi pensjonistar gerast ørkymlað og ótrygg við framferðarháttin hjá sitandi samgongu. Nógvar ymiskar útmeldingar eru, umframt brádlig inntriv í inntøkur og útreiðslur hjá teimum – broytingar sum ongantíð eru pensjonistunum til fyrimuns. Broytingarnar eru at kalla hvørja ferð framdar uttan nakra tillagingartíð ella møguleika fyri at umskipa fíggjarstøðuna. Slíkt kann ikki annað enn gera fólk stúrin.
Er nakar sosialpolitikkur?
Tjóðveldi mælir frá at skapa broytingar á eldraøkinum fyrr enn pensjónsnýskipanin er veruleiki, og vit vita, hvørja ávirkan hon fær á gerandisdagin og lívsdygdina hjá pensjonistunum. Eisini finnast vit hvassliga at áhaldandi framferðarháttinum hjá ABCsamgonguni mótvegis pensjónistunum.
Vit spyrja enn einaferð: Hvar er sosialpolitikkurin? Hvørjar eru visjónirnar? Hvussu skal anstøðan, sum tekur sítt arbeiði í álvara, samstarva í arbeiðsbólkinum um eina pensiónsnýskipan saman við samgonguni, tá asosial stig móti pensionistunum støðugt koma sum ófráboðað omanlop niðuryvir føroyska samfelagið og tey, ið serliga bygdu land meginpartin av farnu øld?










