Ígjár spældu Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í Frem seinasta dystin undan vetrarsteðginum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Frem spældi yviri í Vestur-Jútlandi ímóti Thisted, og endaði dysturin við einum 2-0 sigri til Thisted. Tað hevur annars gingið gott hjá Frem í seinastuni. Undan tapinum ímóti Thisted ígjár, hevði liðið úr Valby ikki tapt seks dystir á rað.
Úrslitið merkir, at Frem má halda vetrarsteðg undir niðurflytingarstrikuni. Jónas Tór Næs spældi allan dystin fyri Frem í Thisted. Stutt undan steðginum fekk Jónas eitt gult kort.
Frem hevur 11 stig, aftaná 15 dystir. Næsti dystur hjá Frem verður í mars, og verður talan um útidyst ímóti Viborg.










