Norðurlendsku brúkaraumboðið ætla at fylgja væl við marknaðarføringini av sonevndum skundlánum, sum eru blivin ein stórur trupulleiki fyri nógvar brúkarar.
Ágangandi og villleiðandi marknaðarføring av skundlánum er ein vaksandi trupulleiki fyri fleiri brúkarar og harvið norðurlendsku brúkaraumboðini. Á norðurlendskum fundi í november hava norðurlendsku brúkaraumboðini valt at halda vakið eyga við marknaðarføringina av hesum lánum frameftir.
- Fíggjarliga spentir brúkarar fáa bjóðað skundlán í lýsingum, á internetinum ella við sms uttan fullfíggjaðar upplýsingar um kostnaðin av hesum lánum. Lánini kunnu tí vísa seg at verða dýrari fyri brúkaran enn roknað upprunaliga varð við og hava við sær, at brúkarin kemur í fíggjarligar trupulleikar, sigur føroyska Brúkaraumboðið.
- Føroyska brúkaraumboðið heldur, at marknaðarføringin í Føroyum ikki tykist so ágangandi sum í londunum rundan um okkum, men týdningarmikið er at halda eyga við marknaðarføringini av hesum lánum í Føroyum eisini.
Føroyska brúkaraumboðið frøist um samstarvið um marknaðarføring um landamørk, tí marknaðarføring um landamørk gerst alt meira vanlig, og londini hava tí ofta somu trupulleikar at dragast við.










