Skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu er væl lægri í ár, enn tað var í fjør. Í 2015 var tað 22,0, og nú er tað 20,75. Grundgevingin fyri at lækka skattaprosentið var, at tá ið inntøkurnar vóru vornar so mikið nógv størri, so skuldu borgararnir og ikki bara kommunukassin fáa ágóðan av tí.
Spurningurin hevur so verið, hvussu tað fór at síggjast aftur í samlaða kommunuskattinum, at skattaprosentið nú er 1,25 prosent lægri, enn tað var í fjør.
Uppgerðin fyri januar mánað sigur, at skattainntøkan er størri, enn hon var sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,24 prosent, sum tó er lægri enn miðal vøksturin í øllum kommununum tilsaman. Hann er 4,72 prosent.
Skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu var í januar 11.973.761 krónur ella 146.929 krónur hægri enn í januar í fjør.
Á nýggjárinum verður Húsa kommuna partur av Klaksvíkar kommunu. Í januar í ár var skattainntøkan á Húsum og Syðradali 13,98 prosent ella 14.349 krónur lægri, enn hon var sama mánað í fjør. Skattaprosentið í Húsa kommunu er 16,0, meðan tað í fjør var 17,0. Barnafrádrátturin er væl hægri. Hann var 6.000 krónur og er nú 9.000 krónur.
Eisini í Kunoyar kommunu var skattainntøkan lægri fyrsta mánaðin í ár sammett við í fjør. Lækkinginn var 4,72 prosent. Í Kunoy og Haraldsundi rindaðu tey 17.256 krónur minni í skatt í januar í ár enn sama mánað í fjør. Har eru skattaprosent og barnafrádráttur tað sama sum í fjør.
Í hinum trimum kommununum í Norðoyggjum var talan um vøkstur í skattainntøkunum í januar:
Á Viðareiði var vøksturin 12,28 prosent ella 86.673 krónur. Tað er merkisvert, tí skattaprosentið er lækkað við hálvum prosenti – úr 22,0 og í 21,5 – og barnafrádrátturin er hækkaður úr 5.500 krónum og upp í 6.500 krónur.
Í Hvannasunds kommunu – í Hvannasundi, Norðdepli, Depli og Norðtoftum - var vøksturin 2,99 prosent ella 21.808 krónur. Har er skattaprosentið 0,35 prosent lægri. Tað var 20,25 og er nú 19,9. Barnafrádrátturin er hækkaður úr 6500 og upp í 7000 krónur.
Í Fugloyar kommunu – á Kirkju og í Hattarvík - var vøksturin 12,68 prosent ella 10.414 krónur. Har eru skattaprosent og barnafrádráttur óbroytt.