Løgreglan heldur als ikki at tað er serliga skemtiligt, tá fólk hava tað til frægd at ganga og vísa reyv móti løgregluni. Hetta verður tikið í størsta álvara, og verður tað sligið hart og kontant niður uppá hetta.
- Hetta er at vísa ta allarminstu virðing móti fólki, og tí verða fólk skrivaði upp beinanvegin fyri at hava gjørt seg inn á tænastumann í embæti, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hetta merkir, at fólkini verða skuldsett fyri brot á politiviðtøkurnar.