Ein lítil bólkur av springarum verður í løtuni rikin móti landi á Skálafjørðinum.
Orsakað av almennu koronutilmælunum er framvegis forboð fyri at drepa grind, men Karl Johansen, sýslumaður, sigur við in.fo, at í hesum førinum er gjørt av at royna nýggju springarastingararnar.
– Saman við grindadjóralæknanum ætla teir at royna nakrar springarastingarar. Teir hava gjørt nakrar nýggjar springarastingarar. Teir meina, at vanligu stingararnir, ið verða brúktir til grindahval, eru ov stórir til springarar. Nú hava teir gjørt ein serliga stingara til springara, og nú nakrir fáir springarar vóru á Skálafjørðinum, fingu teir loyvi frá landsstýrismanninum og djóralæknanum at gera royndir við stingarunum.
Avgerð er ikki tikin um, hvat tvøst og spik verður brúkt til, men støða verður tikin til tað, tá drápið er liðugt, sigur Karl Johansen.
Tað er ikki greitt, hvussu nógvar springarar talan er um, men teir, ið reka, royna at fáa teir upp á sandin í Skálafirði.











