Halda skil á

Tað eru ikki bert leikararnir, sum skulu í eldin í La Manga

Noreg og Ísland spældu málleysan javnleik í Spania í gjár. Jón Kári Frederiksen úr Klaksvík var annar linjuverjin.

Mikudagin skulu Finnland og Ísland spæla ímóti hvørjum øðrum, og tá verður Lassin Isaksen dómari.

Føroyingar spæla aftur í Spania fríggjadagin. Tá verður Ísland mótstøðuliðið.