Halda siðvenjuna í Gøtu

Illa sperda 07 Vestur vitjar seint seinnapartin Víking, sum misti á stokkinum á Eiði

Tað eru tvey lið, ið eru svong eftir úrtøku, sum seinnapartin hittast í Sarpugerði. Fyrsta bríksl verður klokkan 17. Teir plaga at spæla klokkan 15. Í dag er jarðarferð, og í Gøtu, har tey varðveita siðvenjuna, at tað verður bíðað við fótbóltinum, inntil jarðarferðin og ervið eru av.

 

Hóast teir higartil bara hava vunnið eitt stig, so hava teir har vesturi ikki mist mótið:

-Vit hava onkrar ferðirnar – serliga í fyrra hálvleiki ímóti KÍ – víst, hvat býr í okkum, men vit hava ikki megnað úrtøku. Í fjør spældu vit væl í Gøtu, har annar dysturin endaði 2-2, so vit vóna, at tað fer at ganga betri í dag enn á heimavølli ímóti B36, tá ið vit serliga í fyrra hálvleiki støðugt runnu aftaná teimum, sigur 07 Vestur liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen.

Miðverjin Ndende Adama Guéye hevur ikki verið við tvær tær seinastu ferðirnar. Hann hevur brotið annan armin, og tað er ógreitt, nær hann verður tøkur aftur.

 

Víkingarnir vóru øgiliga vónbrotnir, tá ið EB/Streymur fyri viku síðani og í síðstu løtu javnaðu til 1-1.

-Vit fyrireika okkum so væl, sum tað ber til. Á Eiði halda vit, at mistak hjá hjálpardómaranum var orsøk til, at vit ikki vunnu fulla úrtøku. Eg vóni og rokni við, at spælararnir aftur í dag fara at vísa góðan hugburð og gott avrik, og at tað fer at bera fulla úrtøku við sær, sigur Víkinga venjarin Maurice Ross.

Hans Jørgen Djurhuus er tøkur aftur, eftir at hann tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur sitið leikbannaður uttanfyri.