Halda sessinum

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA standa Føroyar framvegis sum nummar 126

styrkilisti

Fyrsti mánaðurin av árinum viðførdi ikki nakrar broytingar fyri støðuna hjá Føroyum á altjóða styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.
Her endaðu Føroyar árið í fjør sum nummar 126, og tað er eisini plássið, sum vit eru á, nú mánaðarliga uppdateringin av listanum er framd.
Fyri tað mesta er talan um rættiliga ókend lond í fótbóltshøpi, sum eru á plássunum kring 126, men tað er tó merkisvert, at Norðurírland nærum er dottið afturum okkum. Í fyrstu undankappingini, sum Føroyar tóku lut í, megnaðu vit á útivølli at spæla ein sera óvæntaðan 1-1 javnleik móti norðurírum, men á heimavølli (í Landskrona) var støðan ein onnur, tá Føroyar máttu lata sær eitt 5-0 tap lynda. Ein dystur, sum annars var hin fyrsti undankappingardysturin hja´einum tá 19 ára gomlum Toda Jónsson.
Annars eru tað ikki tær stóru broytingarnar, sum eyðkenna listan fyri januar mánað. Soleiðis eru øll tey 10 ovastu júst tey somu ? og í somu raðfylgju ? sum tey vóru tað í desember, og av norðanlondum er tað bert Ísland, sum hevur flutt seg nakað. Teir eru kvinkaðir tvey pláss uppeftir á listanum.
Seinasta útgávan av listanum sær annars soleiðis út. Tølini í klombrum er støðan hjá liðunum í desember-útgávuni.

1 (1)Brasilia
2 (2)Frakland
3 (3)Spania
4 (4)Holland
5 (5)Argentina
6 (6)Kekkia
7 (7)Mexico
8 (8)Ongland
8 (8)Turkaland
10 (10)Italia
13 (13)Danmark
19 (19)Svøríki
40 (40)Finnland
42 (42)Noreg
56 (58)Ísland
126 (126)Føroyar