Halda seg vita hvør bumbumaðurin er

Løgreglan í Londin hevur illgruna til ein mann, tey hava sæð í vakmyndatólum

Løgreglan í London heldur seg nú vita, hvør tað var, sum legði eina bumbu í eitt tok í London í morgun.Løgreglan sigur, at 22 fólk hava meiðslað seg í spreingingini, men ongin hevur fingið álvarsligan skaða kortini.

 

Men Í london hanga vakmyndatól á hvørjun horni og síðani hevur løgreglan sæð ein mann á vakmyndatólum, sum tey halda er bumbumaðurin. Tey vita hvør hann er, og í løtuni verða allar kreftir brúktar upp á at finna hann, siga  tey á Sky News. 

 

Ein serfrøðingur sigur, at talan var um eina heimagjørda bumbu, sum sprongdist í tokinum, men at bumbumaðurin var ikki serliga kønur í at gera bumbur. Tí var tilfarið í bumbuni ikki blandað saman um tað átti og tað var ein orsøk til, at hon ikki var so kraftig, sum hon annars kundi verið.