Umboð fyri sonevnda djóraverndarfelagsskapin Sea Shepherd standa á varðhaldi ymsa staðni í Føroyum og taka myndir av ymiskum, sum fyriferst.
Ikki hava tey gjørt nógv um seg higartil, men okkurt bendir á, at tey nú halda seg hava rakt jackpot. Í dag hevur felagsskapurin sent myndir, tiknar í Hoyvík, um allan heim, har teir gera vart við umhvørvisdálking í Føroyum.
Beint eftir middag í gjár varnaðust umboð hjá Sea Shepherd, at okkurt hvítt spreiddist á fjørðinum uttan fyri Hoyvík. Seinni varnaðust tey eisini okkurt brúnt, ið tyktist blandast við tað hvíta.
Umboð fyri Sea Shepherd vóru skjót at taka royndir av vatninum og hava bjóðað føroyskum myndugleikum at kanna royndirnar.
Á Facebook sæst, at stuðlar hjá felagsskapinum eru skjótir at døma føroyingar fyri hesa umhvørvisdálking, tó uttan at vita, hvat tað hvíta er.