Limir í nevndini, sum kannar álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar í fjør, hevur funnið nóg mikið av prógvum ti, at løgmálaráðið eigur at umhugsa at reisa eitt revsimál ímóti Donald Trump.
Tað siga limir í nevndini sambært tíðindastovuni AP.
Fyrrverandi forsetin kann um so verður ákærast fyri ólógliga at hava roynt at broyta valúrslitið av forsetavalinum 2020.
Demokraturin Adam Schiff heldur, at løgmálaráðið eigur at kanna »eitt hvørt trúverdugt uppáhald um kriminelt virksemi frá Donald Trump«.
Almennu hoyringarnar í 6. januar-nevndini byrjaðu fríggjanáttina okkara tíð.
Nevndin vil til botns í, hvat hendi, tá fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá fráfarandi forsetanum, Donald Trump, við harðskapi bardu seg inn í Kongressbygningin í Washington D. C. tann 6. januar 2021.
Nevndin roynir at fáa greiðu á, hvussu Trump við følskum uppáhaldum um, at tað var snýtt við valinum, hóast fleiri ráðgevarar søgdu honum nakað annað, og hvussu hann royndir at undirgrava valsigurin hjá Joe Binden í november 2020.
Sambært nevndini er kampanjustjórin hjá Trump, Bill Stepien, millum teirra, sum eftir ætlan skulu hoyrast í dag. Undir hoyringunum verður dentur lagdur á royndirnar hjá Trump at spreiða lygnir um eitt »stolið val«.
Harumframt fara onnur prógv at verða kunngjørd undir hoyringum í vikuni. Hesi prógv fara sambært nevndini at vísa, hvussu trump og ráðgevarar hansara gjørdu ein »massivan innsats« fyri at spreiða miskunning og pressa løgmálaráðið til at hoppa við upp á hansara følsku uppáhald.
Somuleiðis heitti Trump sambært 6. januar-nevndini á táverandi varaforseta, Mike Pence, til at avvísa valmansatkvøðurnar og blokera góðkenningina av 2020-valúrslitinum tann 6. januar 2021.
/ritzau/