Halda seg hava loyst gátuna um Jack the Ripper

Í einari nýggjari bók halda rithøvundarnir Christer Holmgren og Edward Stow, at teir hava funnið tann rætta Jack the Ripper

Í meiri enn eina øld hava onglendingar og onnur roynt at loysa gátuna um dráps­mannin Jack the Ripper. Git­ingarnar hava verið nógvar. Al­menn­ingurin hevur gitt, og fjøl­miðlar og rithøvundar hava roynt at rann­saka seg fram til loysnina. Metropolitan Police í London hevur eisini havt síni boð, men enn tann dag í dag liggur málið har saman við hinum, sum ikki eru avgreidd.
Nógvir menn hava verið nevndir sum møguligir Jack the Ripper, og ein fyrrverandi sakførari vildi í sínari bók um gátuna vera við, at talan var ikki um ein drápsmann, men heldur eina dráps­kvinnu. Men heldur ikki tað bleiv tað seinasta boðið.
Nú eru tveir høvundar komnir við einum boði afturat upp á spurningin um, hvør drápsmaðurin frá Whitechapel veruliga var.

Tað var reiðmaðurin
Rithøvundarnir Christer Holmgren og Edward Stow vilja vera við, at tað var reiðmaðurin Charles Cross, sum var tann óhugnaligi drápsmaðurin. Hesin Charles Cross er umrøddur í øll­um bókum um Jack the Ripper, tí tað var hann, sum í síni tíð segði seg hava funnið tað fyrsta offurið, Polly Nichols, tá hann var á veg til arbeiðis um morgunin tann 31. august í 1888.
Eitt vitni greiddi løgregluni frá, at tað hevði sæð Charles Cross standa bendan framyvir uppi yvir offurinum. Men Cross segði seg hava staðið á veg­num nakað burtur frá teirri deyðu kvinnuni.
Christer Holmgren og Edward Stow halda, at Charles Cross mundi hava myrt Polly Nichols, men at hann bleiv órógvaður av vitninum, júst sum hann var liðugur við gerning sín.
– Vit halda, at Charles Cross, mað­urin, sum fann tað fyrsta líkið, er Jack the Ripper. Hann varð sæddur standa uppi yvir offurinum, men bleiv órógv­aður, júst sum hann var í ferð við at fjala nøkur av sárunum, sigur Edward Stow við blaðið The Telegraph.

Brúkti falskt navn
Teir báðir rit­høvundarnir vísa á, at tey fýra næstu drápini hjá Jack the Ripper hendu millum hús­ini hjá Charles Cross í Doveton Street og ar­beiðs­pláss hans­ara í Broad Street, og at tey vóru ta tíðina á sam­døgr­inum, tá hann gekk til ella frá ar­beiði.
– Hvørki løgreglan ella nakar ann­ar legði seg eftir at kanna hansara ger­andisdag ella onnur viðurskifti, og tað er heldur ikki lætt at halda skil á navni hansara í fólkateljingunum. Men vit eru komnir eftir, at hann brúkti eitt falskt navn, tá løgreglan tos­aði við hann. Í veruleikanum æt hann ikki Charles Cross, men Charles Latchmere, sigur Edward Stow við The Telegraph. Cross ella Latchmere doyði í 1920.
Í Metropolitan Police vóru teir sann­­førdir um, at dráps­maðurin mátti vera ein ser­ling­ur av ein­um ella øðr­um slagi, og tí leit­aðu teir eis­ini eftir einum, sum ikki var sum hini. Men Edward Stow sigur, at í flestu dráps­málum vísir tað seg, at dráps­­mað­ur­in er sum fólk flest ella næstan.
– Hann gekk fram við hvørjum einasta drápsstaði á veg til arbeiðis. Hann er tann, sum samsvarar best við myndina av Jack the Ripper, leggur rit­høvundurin afturat.

Nógvir møguleikar
Tað finnast óteljandi bøkur og blað­greinar um tann gátufulla dráps­mann­in í London, og søgan hevur fleiri ferðir verið á leikpalli, og fleiri filmar eru eisini gjørdir um hana. Ja, hon hevur enntá lagt lunnar undir sangleikir. Men tað er ein sann­roynd, at innihaldið í hesum nógvu útgávunum hevur ikki altíð verið ser­liga nær sannleikanum, og mangan er veruleikin snaraður hendanvegin og hinvegin.
Gitingarnar hava sum nevnt ver­ið nógvar upp ígjøgnum árini, og tað er næstan einki mark fyri, hvønn fólk høvdu illgruna til ella hildu vera eitt boð. Onkur vildi vera við, at tað var sjálvur lívlæknin hjá Victoriu drotning. Onkur annar helt, at tað var ein kongaligur hertogi, sum hevði mist vit og skil. Ella var tað kanska tann loyniliga russiska løgreglan, sum gjørdi um seg í bretska høvuðs­staðnum? Ja, onkur vildi vera við, at tað var eingin annar enn tann dul­far­fulli russiski munkurin Rasputin.
Ein søga var, at tað var ein yvir­maður í teirri kongaligu hirðini, sum var drápsmaðurin. Ein onnur peik­aði á ein polskan skómakara, upp­aftur ein onnur á ein jødiskan slakt­ara, og summar keldur søgdu tað vera skrivaran í Frelsunarherinum. Hug­flog­num bagdi í hvussu er einki.