– Vit hava fingið at vita frá handlinum, at ein persónur hevur verið í handlinum við einum lottoseðli og sagt seg hava vunnið.
– Men hann hevði ikki »yvirskoðað« at koyra seðilin ígjøgnum.
Tað segði kunningarfólkið hjá Danske Spil við Útvarpið í morgun.
Tað var gjáramorgunin, at Danske Spil boðaði frá, at ein føroyingur hevði vunnið 27.425.349 krónur í Lotto við einum seðili, sum er keyptur í handlinum hjá Føroya Keypsamtøku í Hoyvík.
Tá hepni vinnarin hevur summað seg, kann hann fara í bankan, og har fær hann eina minni upphædd beinanvegin. Sambært kunningarfólkinum hjá Danske Spil, sum Útvarpið tosaði við í morgun, so er hendan upphæddin 300.000 krónur.
Danske Spil bjóðar eisini millióningaráðgeving til hepnar vinnarar.
Tann, sum hevur vunnið, kann velja at vera ónevndur.










