Halda seg hava funnið líkið av Daniel Pearl

Myndugleikarnir í Pakistan halda seg nú hava funnið líkið av horvna amerikanska tíðindamanninum Daniel Pearl

Árni Joensen
Ein talsmaður hjá pakistansku løgregluni segði í gjár, at løgreglan heldur seg nú hava funnið líkið av amerikanska tíðindamanninum Daniel Pearl, sum varð burturfluttur í býnum Karachi í januar.
- Vit hava funnið eitt lík. Læknar eru í ferð við at kanna tað, men vit halda okkum kunna siga við vissu, at tað er Daniel Pearl, segði talsmaðurin. Hann legði afturat, at tann deyði er vorðin hálshøgdur.
Sambært talsmanninum fekk løgreglan frænir av, hvar líkið var, tá løgreglan avhoyrdi ein víðgongdan mann í sambandi við átrúnaðarligan yvirgang.
Tað vóru víðgongdir muslimar, sum burturfluttu Daniel Pearl í januar. Í februar fingu amerikansku myndugleikarnir prógv fyri, at hann var deyður, tá burturflytararnir sendu myndugleikunum eitt sjónband, sum vísti, at tíðindamaðurin var hálshøgdur.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at pakistanska løgreglan sigur seg hava funnið líkið av Daniel Pearl. Tíðliga í februar fann løgreglan eitt lík uttan fyri Karachi. Eisini tá helt løgreglan, at talan var um Daniel Pearl, men kanningar vístu, at so var ikki.