Atomalisfrøðingar við evropeiska granskingarmiðdepilin CERN hava í dag kunngjørt, at teir hava funnið ein nýggjan subatomaran partikkul. Møguliga er talan um tann sokallaða Higgs-partikkulin eisini kallaður Guðs partikkul - ið granskarar hava leitað eftir í 45 ár.
Higgs-partikkulin er tann orkan, ið fær minstu lutirnar í universinum at klistra saman við at geva teimum massa.
At granskararnir nú siga seg hava funnið Higgs-partikkulin kann fáa avgerandi týdning fyri hvussu vit skilja universið og náttúrúlógirnar.
Talsmaðurin fyri CERN sigur sambært Danmarks Radio, at hetta er eitt fyribilsúrslit, men eitt sera týðandi av slagnum.
- Annars høvdu vit ikki almannakunngjørt úrslitið, sigur Joe Incandela sambært DR.
Partikkulin er uppkallaður eftir bretska alisfrøðinginum Peter Higgs, sum er sannførdur um at partikkuluin er til, og at hann hevur ein avgerandi leiklut í sjálvari skapanini av heiminum. Harav kemur navnið Guðs-partikkul eisini, og kom fekk hann hetta heiti eftir at Leon Lederman skrivaði bókina The God Particle.
At teir finna partikkulin er ein fortreyt fyri, at teir kunnu gera standardfrymilin í alisfrøðini lidnan. Hesin standardfrymil er eitt ástøði, ið savnar allar náttúrulógirnar uttan tyngdarlógina í ein einsamallan frymil.










