Halda seg hava funnið drápsmannin

Ein 17 ára gamal drongur er nú skuldsettur fyri at hava skotið Rhys Jones

Løgreglan í Liverpool heldur seg nú hava funnið tann, sum myrdi tann 11 ára gamla Rhys Jones í august í fjør.

 

Í hvussu er hevur løgreglan formliga skuldsett ein 17 ára gamlan drong fyri at hava skotið Rhys Jones, tá hann var á veg til hús tann 22. august. Samstundis hevur løgreglan skuldsett fimm aðrar ungdómar fyri minni lógarbrot í sambandi við drápið.

 

Rhys Jones bleiv skotin, tá hann var á veg til hús eftir at hava verið til fótbóltsvenjing. Drápið vakti stóran ans og elvdi til nógv orðaskifti um ungdómskriminalitetin í Bretlandi.