Halda seg burtur

- Eingin grund er til at leypa framav og forbjóða allari sigling við ferðafólkum eftir berglopið eystanfyri á Nólsoynni týskvøldið, tí slík berglop eru sjáldan. Men tað er skilagott at halda seg burturi frá staðnum á Nólsoynni, har lopið var, í minst ein mánað ella alt summarið, sigur Lis Mortensen, natúrgeografur, við Útvarpið, eftir at tað týskvøldið leyp í hellum eystanfyri Nólsoynna, har ferðafólk við Norðlýsinum skuldu til hellukonsert.