Halda páskastevnu í Kelduni

Í kvøld byrjar páskastevna í samkomuhúsinum Kelduni í Skálafirði

Dagarnar frá 1. til 4. apríl bjóðar samkoman Keldan til páskastevnu í Skálafirði.

– Ynski og bøn okkara er, at øll skulu kenna seg væl ímillum okkum. At henda páskahátíð kann eggja og gevur íblástur fram á leiðini, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.

Í ár vitjar Carl-Gustaf Severin úr Svøríki. Hann hevur longu fleiri ferðir verið í Føroyum. Umframt Carl-Gustaf fara Pauli Høj og Bjørgfinnur Heinesen eisini at tala.

Inni í salinum verður rúm fyri 300 fólkum, ið er samskipað saman við mynduleikunum á økinum. Tó verður mælt til skráseting á heimasíðuni. Afturat tí verða øll møtini eisini stroymd.