Stóra stjørnan hjá Ukraina, liðskiparin Andriy Shevchenko, er ivasamur til dystin móti Ongland, sum kemur at avgera hvør teirra kemur víðari.
Hóast hann er 35-ár, so er Andriy Shevchenko heilt stóra stjørnan á ukrainska landsliðnum. Hann gjørdi eisini bart í fyrsta dystinum móti Svøríki, tá hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum. Í kvøld tekur Ukraina ímóti Onglandi í Donetsk í einum alt avgerandi dysti um hvør sleppur víðari úr bólki D.
Stóra ivamálið hjá vertstjóðini er um Andriy Shevchenko verður tøkur til dystin. Hann fekk ein snudd í dystinum móti Fraklandi, sum Ukraina tapti 2-0.
- Hann hevur ein skaða í knænum frá dystinum móti Fraklandi. Vit gera alt vit kunnu fyri at fáa hann kláran til dystin, segði Oleg Blokhin á einum tíðindafundi í gjár sambært uefa.com.
Sky Sports visti fyri løtu síðan at siga, at avgerð verður ikki tikið um hann spælir ella ikki fyrr enn í evstu løtu. Miðlarnir í Ukraina siga, at tað er 50 prosent møguleiki fyri at hann spælir í kvøld. Ukraina skal vinna dystin fyri at hava nakran møguleika fyri at koma víðari.
Dysturin millum Ukrania og Ongland byrjar klokkan 19:45.
Bólkur D:
Ukraina Ongland 19:45
Svøríki Frakland 19:45
Støðan í bólki D:
1 Frakland 2 3-1 4
2 Ongland 2 4-3 4
3 Ukraina 2 2-3 3
4 Svøríki 2 3-5 0









