Leygardagin klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Betri deildini hjá monnum 2023. Dysturin verður á Dungasandi millum 07 Vestur og ÍF.
Fyri gestirnar er tað fyrsti dysturin í bestu mansdeildini í meira enn eitt ár. Felagið hevur styrk seg við fýra útlendskum spælarum í vetur, men tað er ein vandi fyri at einki teirra verður á vøllinum, tá Rúni Gaardbo bríkslar dystin í gongd.
Argentinsku Elvio Gelmini og Gonzalo Zárate, og Jhon Mena úr Kolumbia, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvið, áðrenn teir kunnu spæla. Hetta er ikki komið upp á pláss enn, men formaðurin í felagnum er bjartskygdur.
- Vit hava sent øll pappír inn í góðari tíð og tí vænti eg, at alt kemur upp á pláss undan dystinum leygardagin, sigur Geroges Rouah, formaður í ÍF.
ÍF hevur eisini fingið tilgongd av danska Ruben Møller Nielsen, sum er abbasonur kenda danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen. Hann verður ikki við leygardagin, tí hann hevur ein skaða, sum ger at má sita uttanfyri í einar tvær vikur.
Tað eru áleið tvær vikur til flytingarvindeygað letur aftur, men tað liggur ikki í kortunum, at fuglfirðingar skulu styrkja seg nógv meir.
- Vit hyggja sjálvandi eftir hvørjir møguleikar eru, men um eg hyggi eftir budgettinum, so er ikki nógv eftir at keypa fyri, sigur Georges Rouah.
ÍF hevur í stóran mun valt at satsa upp á sínar egnu til hetta kappingarárið, og fleiri av ungu spælarunum hava longt sáttmálan. Jákup N. Olsen er komin aftur av Skála, meðan royndu Jan Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin hava longt sáttmálan saman við eitt nú tvíburðunum Hans Jákup og Elias Lervig.