Halda okkum nær frostmarkinum

DMI boðar frá nógvum vindi, hósdagin verður stormur. Hitin alla vikuna millum frostmarkið og fimm hitastig.

Rættiliga køld luft streymar móti Føroyum úr norði. Hósdagin flytir eitt djúpt lágtrýst seg úr havinum vestan fyri Skotland í ein landnyrðing, seinni norðan. Væntandi fer lágtrýstið framvið Føroyum beint sunnanfyri og eystanfyri. Síðani streymar kaldari luft við vátaslettingi ella kava yvir Føroyar úr norði.

 

Veðurvánirnar mikudagin

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, som frá líður minkar hann til lot til andøvsgul og snarar í ein landnyrðing, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest skýggjað og okkurt æli, partvís við kavaslettingi ella kava, tó onkrir sólarglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Mikukvøldið gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum veksur til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein skrið av eystri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum veksur til hvassan vind, 15 til 20 metrar um sekundið, í støðum upp í storm, 23 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella vátaslettingur av suðri. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Hósdagin:
Skrið ella stormur av landnyðringi, sum snarar í norðan, 18 til 23 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og vátaslettingur, onkustaðni kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Um kvøldið og náttina skrið ella stormur av norði, 18 til 23 metrar um sekundið, sum snarar í ein útnyðring og makar til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 3 stig.

 

Fríggjadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, ið snarar vesturum, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skýggjað og ælingur, partvís vátalsettingur ella kavi. Hitin um dagin 1 til 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 stig.

 

Leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar móti norði og landnyrðingi og veksur til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Mest skýggjað og eina tíð vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið av norði og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið. Kavaælingur, men annars klárt. Hitin um frostmarkð.

 

Sunnudagin:
Strúkur í vindi upp í skrið av norði og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, sum makar til andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað, men stundum kavaælingur. Hitin um frostmarkið.

 

Mánadagin:
Gul til stívt andøvsgul av norðurættum, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi samdrigin lugt og okkurt vátaslettings- ella kavaæli. Hitin millum frostmarkið og trý stig.