Tað eru framvegis nógvir amerikanarar, sum halda, at Barack Obama, forseti, er muslimur, men ein nýggj kanning vísir, at fyri teir amerikonsku veljararnar hevur tað ikki so stóran týdning, hvørja trúargrein landsins forseti hoyrir til.
Kanningin, sum Pew Research Center, hevur gjørt, vísir eitt nú, at 61 prosent av teimum spurdu vistu, at tað republikanska forsetavalevnið Mitt Romney er mormonari, men 81 prosent av teimum siga, at tað hevur ongan týdning.
Barack Obama er kristin, men hóast hann skjótt hevur verið forseti í fýra ár, eru tað framvegis nógvir amerikanarar, sum halda, at hann er muslimur. Kanningin vísir, at 17 prosent av teimum spurdu halda forsetan vera muslim, 49 prosent halda hann vera kristnan, og 31 prosent siga, at tey vita ikki, hvørja trúargrein forsetin hoyrir til. Millum teir konservativu republikanararnar halda 34 prosent, at Obama er muslimur.
Pew Research Center sigur, at 67 prosent av teimum, sum vórðu spurd í kanningini, siga tað vera umráðandi, at forsetin er sterkur í síni trúgv. Men samstundis siga 66 prosent, at kirkjur og trúarsamfeløg eiga ikki at taka dagar ímillum valevnini, tá forsetaval er.