Halda nógv av Scholes

Ungi miðvallarin Cesc Fabregas segði í farnu viku við The Sun, at tann spælarin, sum hann sær mest upp til í Onglandi, er United-miðvallarin Paul Scholes, sum hevur víst stórspæl í hesum kappingarárinum.
- Hann er ein ótrúliga klókur spælari, og honum kann eg læra nógv av. Hann er ein høvuðsorsøk til, at tað gongur so væl hjá United, segði Fabregas millum annað, og Thierry Henry tekur undir við Fabregas:
- Fyri meg er Paul Scholes ársins spælari í Onglandi í ár. Hann hevur ongantíð fingið ta viðurkenning, sum hann hevur uppiborið, og eg vóni, at hann verður valdur til ársins spælara í ár. Eg ætli mær í øllum førum at atkvøða fyri honum, segði Henry við The Sun.