Halda ólavsøku í Keypmannahavn

Hýrurin er altíð góður í Føroyahúsinum á ólavsøku.

Á middegi – klokkan 13 danska tíð – tysja føroyingar og Føroyavinir í Føroyahúsið í Keypmannahavn at halda ólavsøku. Tað verður Borgny Brünings-Hansen, prestur, ið byrjar ólavsøkuskránna fyri útisetarnar við Guðstænastu, og seinni verður tað Annika Smith, fyrrverandi fólkatingslimur, sum setir sjálva ólavsøkuna í Føroyahúsinum.

 

- Tað plaga at vera um 500 fólk – fyri tað mesta føroyingar – men einstakir danir við onkrum tilknýti til Føroya halda eisini ólavsøkuna her. Eitt stuttligt er, at meðan nógv av teimum vanligu útisetunum halda ólavsøku í Føroyum, koma summir av vitjandi føroyingunum í Danmark á gátt í Føroyahúsið, sigur Hans Petur í Brekkunum, leiðari í Føroyahúsinum.

 

Hóast ólavsøkan verður hildin einar 1.300 kilometrar frá Tórshavn, forðar tað ikki fyri eyðkenda ólavsøkuhýrinum á Vesterbrogade.

 

- Fólk koma sjálvi við ólavsøkuhýrinum, um enn tey ikki eru í føroyskum klæðum. Skráin minnir nógv um ta í Føroyum, við Guðsstænastu, ólavsøkurøðu, kappróðri og øðrum. Harafturat hava vit tryggjað okkum sangheftini til midnáttarsangin, og so fæst føroyski maturin eisini, sigur Hans Petur.