Halda kósina hóast hendur ristast

Løgtings orðaskiftið um fíggjarlógina vísti at ein óvæntað hart uppsteðgaður vøkstur í tí føroyska búskapinum fær fleiri at kenna trýstið ? men samgongu leiðarar vilja varðveita ísin í búkinum

Orðaskiftið í Løgtinginum um ta 3,7 milliard stóru fíggjarlógina 2005 var nógv merkt av at andstøðu politikarar fýltust á hallið á fíggjarlógini og kritiseraðu tann komandi skattalættan til tey ið tjena yvir 170 000 krónur um árið. Meðan fleiri førdu fram at skattalættar ikki liggja rætt í tíðini tá eitt 200 millióna undirskot er á fíggjarlógini, vístu onnur á at samgongu avtalan millum annað inniheldur eina ætlan um skattalætta so væl sum um menning av verandi arbeiðsmarknaðar eftirlønarskipan.
Karsten Hansen, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, helt at tað var púra skeivt at seta inn við tí ætlaða skattalættanum meðan inntøkurnar eru fallandi. Hann ávaraði eisini um at eitt hall á fleiri fylgjandi fíggjarlógum kann gerast torført at rætta upp aftur.
»Hallið á fíggjarlógini fylti nógv í orðaskiftinum,« staðfesti Karsten Hansen, »og tað er heldur einki at siga til. Hvat verður til ráða at taka, um stagnatiónin í búskapinum fer at vara í fleiri ár, sum okkurt bendir á at hon kanska fer at gera? Enn meira undirskot at doyva veruleikan við? Heldur hendan gongdin fram, so koma vit at akku-mulera eitt hall upp á eina milliard yvir eitt fýra ára skeið.«
Meðan hann fanst at skattalættanum so væl sum tí ætlaða stuðlinum til rækjuflotan, helt Karsten Hansen lítið um fleiri av teimum sparingum sum nú er lagt upp til.
»Hugskotið við skattalættanum, nevniliga at tað skal loysa seg at arbeiða, er gott í sjálvum sær. Trupulleikin er bara at versnaðar tíðir hava gjørt at nógv fólk hava ikki longur fullan arbeiðsdag, og tí koma tey ikki upp á tær 170.000 krónurnar í inntøku sum krevjast fyri at fáa lut í hesum skattalætta; tey fáa ístaðin fáa ein enn tyngri gerandisdag eftirsum ein røð av avgjøldum samstundis verða hækkað fyri at tryggja landskassanum fleiri inntøkur.«
»Eg dugi væl at síggja at hendan fíggjarlógin, sum vanligt er, byggir á undanfarnu fíggjarlóg, sum í sínum lagi bygdi á ta frammanundan. Eg dugi eisini at síggja tað neyðuga í at hava tamarhald á kostnaðum yvirhøvur, ikki minst innan tað sosiala økið. Undanfarna Landsstýri arbeiddi eisini við einari ætlan sum skuldi gera almanna økið meira gjøgnumskygt men vit náddu ikki á mál har. Her átti man at kunna hildið fram við tí arbeiðinum, og tað hevði eisini givið nakrar gjøgnum arbeiddar sparingar. Hetta við at skerja Javna og tílík feløg, tað kann ikki vera serliga klókt? Tey fólkini gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði til frama fyri mong ið veruliga treingja til hjálp, og vit tosa ikki um nógvur krónur ið hava verið játtaðar til tey feløgini? Tað er eitt sindur torført at síggja tráðin í hesum sparingum; eg haldi hetta minnir um at skjóta í flokk, og tað skapar púra óneyðugan ótryggleika.«
»Tá tað kemur til spurningin um stuðul til rækjuflotan, so vil eg staðiliga ávara ímóti hesum. At seta konkurslógina úr gildi av nýggjum fer ikki at hjálpa okkara vinnulivi, tvørtur-ímóti. Avbjóðingar og trupulleikar hava altíð verið og koma altíð at vera. Fyri nøkrum árum síðani høvdu djúpvatns trolararnir ilt við at klára seg, og í løtuni er tað rækjuflotin ið hevur tað torført.«
Tá vit royndu at konfrontera Karsten Hansen við at rækjuflotin hevur verið við skerdan lut hvat viðvíkur veiðirættindum, so helt hann fast við sína støðu til spurningin um stuðul.
»Tað almenna setir karmarnar fyri vinnuna og skal gera hesar so góðar og tryggar sum møguligt, men síðani eigur vinnan at koyra óheft av tí almenna? Eg skilji rækjumenn, men fara vit inn aftur á hatta sporið at lata stuðul, so verður ringt at sleppa undan at fleiri vinnur skulu eisini hava, og so eru vit beinan vegin úti har vit ikki grynna.«
Vandi við stuðli men?
Framsøgumaður Javnaðarfloksins, Vilhelm Johannesen, var eisini skeptiskur til málið um at stuðla rækjuskipum, men helt tó at tað kann vera vert at royna eina kreppuhjálp í eitt avmarkað tíðarskeið, eftirsum søgulig fiskirættindi annars kunnu fara fyri skeytið.
Um undirskotið á fíggj-arlógini og skattalættan segði Vilhelm Johannesen at her er talan um nakað sum neyvan var møguligt at koma undan.
»Hvat viðvíkur skattalættanum, so var hesin avtalaður í samgonguskjalinum og tað sama er galdandi fyri menningina av arbeiðsmarknaðar eftirlønarskipanini. Tá seinasta fíggjarlóg var fyri, slapst illa undan einum halli; vit megnaðu tó at banka undirskotið niður úr umleið 400 milliónum í umleið 200 milliónir,« segði Vilhelm Johannesen við Sosialin.
»Hvørt ár byggir á tað undanfarna árið, og nú hava vit tíverri upplivað ein heldur bráðan steðg í búskapinum, og tí hava vit eisini roynt at tálma hallið eftir umleið sama prinsippi? Hetta er ein nøku-lunda balanserað loysn, tí sum fíggjarmálaráðharrin hevur víst á, vit kunnu heldur ikki høggja alt ov hart í bremsurnar. Sparingar í sjálvum sær er sjáldan vegurin fram, men vit hava havt eina sera óhepna gongd í alivinnuni so væl sum rækjuvinnuni.«
»Vit mugu framleiða okkum burtur úr kreppuni og læra av íslendingum? Teir gera nógv við til dømis fesk fløk heldur enn frystar fiskavørur, og hetta hongur eisini saman við at teir hava flogvallir sum hóska ti flogferðslu við farmi. Sum skilst er eisini okkurt skjótt á veg hvat viðvíkur einari útbygging av flogvøllinum í Vágum; eg vóni tað verður skjótt.«
Er tað rætt at stuðla rækjuvinnuni?
»Tað er vandamikið at stuðla einari vinnu, í og við at vit tá seta presedens? Tá er jú beinan vegin vandin har at aðrar vinnur eisini vilja hava stuðul frá tí almenna tá tað gongst teimum illa. Við rækjuflotanum hava vit eitt tvíeggjað svørð; eg hugsi at spurningurin er nakað serligt í og við at hetta er ein vinna ið fyrr hevur kastað sera nógv av sær men sum síðani er komin í eina ógvuliga keðiliga støðu, og her er vandi fyri at søgulig rættindi fara fyri bakka. Ein kreppuhjálp yvir eitt avmarkað tíðarskeið kann vera upp á sítt pláss her, sum eitt undantak frá einari høvuðsreglu.«