Komandi leygardag verður Bringsnagøta í Havn stongd fyri allari ferðslu og letur upp sum ein siðsøgulig jólauppliving.
Gøtan fer at føra tey vitjandi aftur í eina farna øld við blómandi handilslívi, mentanartiltøkum og upplivilsum bæði fyri børn og vaksin.
Her ber til at vitja fyrstu føroysku Brúksuna, gamla handilin hjá Katrinu Christiansen, fáa hjálp til jólastásið í Seymistovuni, hoyra besta av føroyskum tónleiki í Pæsastovu og njóta nýbrent kaffi afturvið, meðan børnini klippa jólastás í gamla geglinum í Arnes Minde. Og at enda njóta jólakvirruna í Havnar Kirkju.
Framsíðurnar á summum húsum verða málað svørt, og sprossar settir í vindeyguni.
Hugsanin er at geva fólki eina uppliving, so tey verða sett aftur í eitt søguligt tíðarskeið í farnu øld. Nógvir søguligir persónar hava sínar røtur í gøtuni, eitt nú William Heinesen sum er føddur í Bartskersstovu, har handilin hjá Katrinu Christiansen var. Hinumegin vegin í Pæsastovu varð Jákup Hansen føddur, Havnar-Jákup nevndur, sum yrkti »Góða mamma eg vil sova«. Har búði eisini Jens Christian Svabo eitt skifti í 19 øld.
Men tað verður við nýggjum spírum, tí listafólk, tónleikarar og designarar verða eisini við.
Í húsunum í Gøtuni verður bakstur, seymikonur flyta inn, og har verða framsýningar av ymiskum slag. Sølubúður verða við brúkslist og aðrari list.
Í einum húsum hava vardu verkstaðirnir fingið innivist.
Gøtan verður »siðsøgulig jólagøta« fram til tollaksmessudag.
Myndin vísir Bringsnagøtu tíðliga í farnu øld.