Halda ítróttargudstænastu í Vestmanna

Í morgin er trennandi, og trettandikvøld verður ítróttargudstænasta hildin í Vestmanna kirkju

Í morgin er trennandi, og trettandikvøld verður ítróttargudstænasta hildin í Vestmanna kirkju.

 

– Gudstænastan verður klokkan 19, har øll sum íðka ítrótt, øll tey, sum hava íðkað, eru avvarðandi ella hava áhuga í ítrótti – og so øll hini – eru hjartaliga vælkomin, skrivar Vestmanna kirkja á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.

 

Tað verður Marjun í Kálvalíð, sóknarprestur í Vestmanna, sum heldur gudstænastuna. Til gudstænastuna verður eisini forvitnislig sangluttøka, siga tey úr Vestmanna.