Hondbóltsprát
Tað var ein sjónliga vónbrotin Joan Midjord Joensen, sum vit fingu orðið á, tá steypafinalum hjá kvinnunum var avgreidd.
Spælskiparin hjá Stjørnuni hevði sjálvandi havt vónir um eitt betri úrslit, og hóast tað eydnaðist Stjørnuni at avmarka máltalið hjá VÍF til 22, so tóktist hon alt annað enn nøgd um hetta.
- Vit komu for langt aftur um í fyrra hálvleiki, og tað megnaðu vit so ongan tíð at vinna aftur.
Við hesum sipaði hon sjálvandi til seinasta korterið av fyrra hálvleiki, tá VÍF skoraði seks ferðir á rað, men hon dugdi tó ikki at siga, hvat tað var, sum gekk galið hesa løtuna.
- Tað er so ringt at siga, at akkurát hatta og hatta gekk galið. Til tíðir koyrdi spælið hjá okkum heilt hampuligt, men vit megna ikki at halda ferðini nóg leingi.
- Orkan skuldi annars verið nóg góð, og í øðrum dystum hava vit í nógv størri mun havt ferð á, men tað gekk bara ikki í dag. Soleiðis kendist tað í øllum førum hjá okkum á vøllinum. Eg veit ikki, hvussu dysturin sá út frá áskoðaraplássunum, men her inni frá sá tað als ikki nóg gott út, staðfesti hon at enda.









