Halda herda eftirlitið við landsmørkini

Ríkisløgreglan boðar frá, at sum úrslit av gongdini í hóttanarmyndini verður hildið fram við herdum eftirliti við landamørkini hjá Danmark

 

Ríkisløgreglan er eftir tilmæli frá Politiets Efterretningstjeneste (PET), komin til ta niðurstøðu, at tað er neyðugt at varðveit fyribils herda eftirlitið við innaru donsku mørkini.

Herda eftirlitið varð sett í verk 3. august í ár og verður eftir ætlan galdandi til 22. august. Tað merkir millum annað, at tað framhaldandi verða tiknar stakroyndir við marknaeftirlit í sambandi við innferðir úr Svøríki, og at marknaeftirlitið móti Týsklandi framhaldandi verður varðveitt í hesum tíðarskeiði.

– Framhaldið av herdu tiltøkunum við mørkini er ein trygdarfyriskipan, sum skal hjálpa til at forða persónum, sum eru ein hóttan ímóti landsins trygd, at koma til landið. Hetta umfatar umframt ítøkiliga eftirlitið eisini tað fyribyrgjandi vandan í at verða steðgaður í einum eftirlitið, sigur Peter Ekebjærg, chefpolitiinspektørur hjá Ríkisløgregluni.