Janus Sørensen var eins og liðfelagarnir vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist H71 at halda fast, tá teir høvdu strítt seg upp á 25-22. Men hann staðfesti, at tað ikki komst av, at teir hildu seg hava vunnið.
- Vit brúka øgiligar kreftir fyri at koma aftur í dystin. Vit eru aftan fyri við sjey málum og koma so trý framum, og tað kostar. Tað ger, at vit fara eitt sindur niður í ferð seinastu løtuna, og vit klára ikki at toga okkum uppaftur.
Hetta er triðja ferðin, at tit tapa tepurt móti Neistanum. Er tað ikki dýrt?
- Jú, tað kann tað væl blíva. Men hugsa vit um seinna hálvleik, so kunnu vit fara út við høvdinum høgt. Vit stríðast framúr væl, meðan fyrri hálvleikur kanska ikki er nóg góður. Men hugsa vit um seinna hálvleik, so kunnu vit halda høvdinum høgt, segði Janus Sørensen.









