Halda grækarismessu í Århus

Eisini føroyingar í Århus bjóða føroyska tjóðfuglinum vælkomnum á grækarismessu, sum er í morgin. Men haldið verður kortini ikki fyrr enn leygardagin. Tað er Føroyingarfelagið, sum skipar fyri og bjóðar øllum føroyskum útisetum í Aarhusøkinum hjartaliga vælkomnum til at hátíðarhalda árligu grækarismessuna í Aarhus.

– Eins og í fjør verður grækarismessan í ár hátíðarhildin í universitetsparkini, Victor Albæks Vej 1. Røðari í ár verður Jóna Dalsgarð, ið lesur almenna fyrisitinga á VIA University College. Harumframt verða føroyskir tónar at hoyra í parkina, tá ið kórið Áarljóð fer at syngja sangirnar, “Aftur birtist lív á landi” og “Eitt dýpið av dýrari tíð”.

Aftan á røðu, kórsang og felagssang, bjóðar føroyingafelagið okkurt leskiligt.

– Eftirsum 12. mars er gerandisdegur, verður grækarismessuhaldið í Aarhus hildið leygardagin tann. 16. mars, klokkan 14:00, soleiðis at fleiri fólk vónandi fáa møguleika fyri at vera við. Allir føroyingar – ung og gomul - skulu hervið vera vælkomnin til grækarismessuhaldið, sigur nevndin í Føroyingarfelagnum í Aarhuus.